Føroyski høvuðsvenjarin í Eliteseriuni fekk heiðurin sum besti høvuðsvenjari í deildini í mai mánaða.
Í gjáarmorgunin varð kunngjørt, at Mikkjal Thomassen er valdur sum besti venjari í bestu norsku deildini síðsta mánaða. Tað eru TV2 og Norsk Toppfotball, sum standa fyri heiðrinum.
Samstundis varð kunngjørt, at málverjin hjá Fredrikstad, Jonathan Fischer, var besti spælarin í deildini í síðsta mánaða. Felagið keypti unga danska málverjan í vetur, og lat han bert tvey mál inn í mai.
Føroyingafelagið hevði sum heild ein góðan mai mánaða. Liðið kom tvær ferðir víðari í steypakappingini - fyrru ferð við at vinna á Rosenborg - og vann fýra av seks dystum í Eliteseriuni. Málúrttøkan í deildini var 13-2.
Talan var um fýra sigrar á rað, tá liðið hjá Mikkjali Thomassen vann seg upp í topp-trý. Hetta er ógvuliga flott av einum uppflytara, og tað hevur sjálvandi vakt ans í Noreg.
Fredrikstad hevur um nú spælt tveir landskappingardystir uttan at vinna, men góðu avrikini hjá Mikkjali og hansara monnum higartil røkka til eitt triðja pláss í summarsteðginum.
Brandur Hendriksson Olsen spældi sín leiklut í mai. Jóannes Bjartalíð var úti við skaða. Elisabeth Vang er ein av fysisiku venjarunum í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald