Í átta ár hevur Mikkjal Thomassen verið venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ, og sigast má, at hann hevur lyft teir kongabláu upp á eitt nýtt støðið. Men hetta er nú søga.
Samstarvið skuldi annars halda fram til og við kappingarárið 2025, men KÍ boðar á heimasíðuni í morgun frá, at eitt útlendskt felag við fríkeypsklausuni hevur loyst hann úr sáttmálanum við KÍ.
Sagt verður ikki hvat felag talan er um.
- KÍ er farið í holt við tilgongdina at seta nýggjan høvuðsvenjara. Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi. Hetta skal gerast við nærlagni og tekur tað tíð, sum krevst, sigur KÍ.
KÍ vann í ár FM sannførandi og setti stigamet við 77 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald