Annað

Mikkjal Thomassen: Skal vera lív í uppgerðini eftir hóskvøldið

KÍ fyrireikar seg í løtuni til uppgávuna á Malta hóskvøldið.

Mikkjal Thomassen sigur, at talan er um eitt sterkt mótstøðulið á Malta, men at KÍ skal syrgja fyri, at tað verður møguleiki at avgera uppgerðina í Føroyum
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Mikkjal Thomassen sigur, at talan er um eitt sterkt mótstøðulið á Malta, men at KÍ skal syrgja fyri, at tað verður møguleiki at avgera uppgerðina í Føroyum (Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-06-26 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið skulu B36 og KÍ í eldin í Evropa League. B36 skal spæla ímóti St Josephs`s av Gibraltar, og hevur heimadyst fyrst. KÍ trekti Birkirkara av Malta.

KÍ-hópurin er í hesum døgum á feriuoynni í Miðjarahavinum. Har fyrireika klaksvíkingar seg til uppgávuna ímóti liðinum, sum endaði nummar fýra á Malta í fjør.

Ferðalagið hjá KÍ kom til Malta seint leygarkvøldið, Mikkjal K.Thomassen, høvuðsvenjari, sigur soleiðis um fyrireikingarnar hjá KÍ:

- Vit hava tvær venjingar um dagin her. Umframt tað hava vit dagligar fundir og analysu av mótstøðuliðinum. Vit hava góðar kontaktir her, sum hava útvega okkum við kunning um  mótstøðuliðið, ið vit fyrireika okkum uppá nú.

Birkirkara hevur fýra ferðir vunnið meistaraheitið á Malta. Seinastu árini hevur liðið staðið seg sera væl í evropeisku kappingunum; serliga í Evropa League seinastu tvey árini. Mikkjal vísir á, at hetta er eitt sterkt og dugnaligt lið uppá nógvar mátar, og eitt lið við góðum fyritreytum.

- Talan er um eitt lið, ið hevur eina fíggjarætlan uppá 15 milliónir. So tað er eitt lið við væl størri fíggjarligum tilfeingi, um vit samanbera við fremstu føroyski liðini. Felagið hevur keypt nógv inn seinastu tíðina og hevur góðar spælarar. Venjarin er ein royndur og virdur venjari her á Malta; helst tann mest dugnaligi maltesiski venjarin. Liðið varierar, í mun til hvussu lopið verður á: Teir byggja upp gjøgnum miðjuna, teir kunnu spæla ígjøgnum kantarnar, og teir eru dugnaligir at spæla smáspæl umkring brotsteigin, ið teir fáa nógv mál uppá. Og so eru teir eisini sterkir uppá umstillingar.

Mikkjal vil ikki avdúka, hvussu KÍ fer at spæla dystin, men hann sigur, at teir hava eina neyva ætlan, ið teir fyrireika seg gjølla uppá.

Í 2006 royndi Birkirkara seg ímóti føroyskum liðið. Tá var tað føroyska meistaraliðið B36, ið vann 3-0 á Malta og 5-2 samanlagt. Í báðum dystinum byrjaði Mikkjal Thomassen inni á miðvøllinum hjá B36. Venjarin hjá KÍ sigur at tað kann hava eitt sindur at siga, at hann kennir til Birkirkara, men at nógv er broytt síðani 2006:

- Tað er kanska ein lítil fyrimunur, at hava royndir við mótstøðuliðnum. Serliga í mun til at eg veit nøkulunda, hvat vit koma her til. Hinvegin so hevur fótbólturin flutt seg nógv uppá 12 ár, so tað hevur ikki stóra ávirkan. Til dømis hevur Birkirkara og fótbólturin á Malta ment seg nógv. Vit síggja, at Birkirkara hevur fingið  góð evropeisk úrslit seinastuni árini. Til dømis við at koma víðari ímóti Hearts úr Skotlandi í fjør, og so reyk liðið út eftir brotssparkskapping ímóti West Ham fyrraárið, eftir at hava vunnið heimadystin.

Til seinast spurdu vit Mikkjal, hvat er eitt gott úrslit fyri KÍ hóskvøldið:

- Vit kenna ikki heilt styrkina hjá teimum og munin á liðunum, fyrrenn vit eru á vøllinum, og dysturin er farin í gongd. Tað sum er lykilin hjá okkum og grundstøðið undan hesum dystinum, er at tað skal vera lív í uppgerðini, tá hesin fyrri dysturin er liðugur. Vit vilja helst hava eitt gott útgangsstøði, men tað mest umráðandi er, at uppgerðin skal verða á lívi undan seinna dystinum í Føroyum.

Fyrsta bríksl í dystinum ímillum KÍ og Birkirkara er hóskvøldið klokkan 18.00 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder