Mikkjal Thomsen er søga í AIK. Hesum boðar svenska stórfelagið frá í dag.
Føroyski venjarin kom til Stokkholmfelagið á sumri í 2024 og hevur staðið á síðulinjuni sum høvuðsvenjari í tilsamans 55 dystir.
Undan tí var Mikkjal Thomassen venjari í norska Frederiksstad.
- Mikkjal kom til eitt lið sum hevði stóra tørv á bygnaði og skipan. Og tað endaði við einum góðu heysti 2024. Fyri tað skal hann hava alla okkara virðing og tøkk. Vit meta at liðið og felagið kann vera betri við einum øðrvísi leiðara komandi árini, sigur AIK á heimasíðuni.
Mikkjal Thomassen takkar eisini eisini tíðina sum partur av AIK.
- Góðu AIK-stuðlar. Túsund takk fyri ferðina vit høvdu saman. Eg fari altíð at vera AIK stuðul og bera felagið í hjartanum. Eg gleði meg at koma aftur sum ein av tykkum og stuðla felagnum og liðnum, sigur Mikkjal Tjomassen millum annað við heimasíðuna hjá felagnum.
AIK hevur ikki kunngjørt annan venjara enn. Felagið endaði á sjeynda plássi í bestu svensku deildini Allsvenskan við 48 stigum í fjør. Mjallby, sum fyri stuttum keypti Áka Samuelsen, vann meistaraheitið við 75 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald