Fótbóltur

Mikkjal var eisini tann besti í september

Annan mánaðin á rað vann føroyski venjarin heiðurin sum besti venjarin í Allsvenskan.

Eftir tap í báðum sínum fyrstu dystum síðst í juli, tapti Mikkjal Thomassen ongan landskappingardyst í august og í september. Hann og AIK hava staðið seg væl - talan er um veruligan liðinnsats, staðfestir føroyski venjarin (Mynd: AIK)

Eftir tap í báðum sínum fyrstu dystum síðst í juli, tapti Mikkjal Thomassen ongan landskappingardyst í august og í september. Hann og AIK hava staðið seg væl - talan er um veruligan liðinnsats, staðfestir føroyski venjarin (Mynd: AIK)

2024-10-11 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Einki mál latið inn, tveir sigrar á útivølli, ein sigur í grannauppgerð og samanlagt tíggju stig av tólv møguligum. Hetta var úrtøkan hjá AIK í september. Hesin góði formurin inniber, at Mikkjal Thomassen fær heiðurin sum besti venjari í mánaðinum í Allsvenskuni aðru ferð á rað.

Soleiðis skrivar AIK á heimasíðu sínari, í sambandi við at 48-ára gamli føroyingurin hevur fingið nýggjan heiður.

Eftir tap í báðum sínum fyrstu dystum síðst í juli, tapti Mikkjal Thomassen ongan landskappingardyst í august og í september. AIK fór frá at liggja mitt á stigatalvuni til nummar trý uppá tveir mánaðir, og harvið hevur hann nú tveir heiðrar sum "Månadens Tränare".

- Tað er ein stórur heiður at fáa tveir mánaðir á rað. Ein stórur partur av hesum eigur hópurin tó. Spælararnir arbeiða gróthart eftir teimum linjunum, sum vit í venjara- og leiðaratoyminum seta. Mítt toymi ger eisini ein risainnsats. Tað er eitt liðavrik, sum ger, at vit hava fingið so nógv stig seinastu mánaðirnar.

Soleiðis sigur Mikkjal sjálvur við aikfotball.se.

Tað eru liðformenn og ítróttarjournalistar, sum tilnevna tríggjar venjarar og síðani atkvøða. Síðani kunnu fjepparar eisini atkvøða, og telja tær atkvøðurnar ein 1/3 - hinar telja 2/3.

Oktober byrjaði ikki so væl hjá Mikkjali og AIK, tí liðið tapti móti BK Häcken. AIK liggur tó í fínari støðu til at koma í Conference League undan seinastu fýra umførunum. Tey verða spæld eftir landsliðssteðgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder