Mjølnir hevur í dag skriva sáttmála við serban Mileta Vešovic.
Mileta hevur leikt fyri SÍ í nøkur ár, og hevur hann verið ein sera týðandi leikari fyri SÍ.
Nú kemur, tann sera fyrikomandi serbin til Klaksvíkar og Mjølnir, at spæla tey komandi tvey árini. Mileta kemur fyrst og fremst, at spæla við besta mansliðinum. Hann kemur eisini at vera partur av ungdómsarbeiðinum, serliga hjá dreingjadeildunum.
Í Mjølnir eru tey samd um, at Mileta passar væl til felagið og at hann hevur nógv, at geva felagnum. Dugnaligur spælari, positivur av lyndi, og arbeiðssamur.
Sum tað sæst á myndini, so vóru fleiri av spælarunum til staðar tá tíðindi í gjárkvøldið gjørdust almenn, og sáttmálin undirskrivaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald