Fótbóltur

Milja R. Simonsen: Sera svangar eftir at vinna gullið hesaferð

HB og EB/Streymur bresta saman leygardagin á Tórsvølli, og í HB fyrireika tær seg uppá, at hesaferð skal tað vera.

Milja Simonsen fegnast her saman við Heidi Sevdal í 2-1 sigrinum á EBS/Skála í Gundadali fyrr í ár. Nú skulu tær royna at vinna steypið á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Milja Simonsen fegnast her saman við Heidi Sevdal í 2-1 sigrinum á EBS/Skála í Gundadali fyrr í ár. Nú skulu tær royna at vinna steypið á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-23 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin byrjar stóra steypafinaluvikuskifti á Tórsvølli. Tær fyrstu ungdómsfinalurnar verða leiktar, áðrenn leygardagurin bjóðar uppá heili fimm finalur.

Seinnapartin leygardagin er kvinnufinalan á skránni, tá HB og EBS/Skála bresta saman. Hesi liðini leiktu eisini steypafinaluna í fjør, og tey hittust sunnudagin til oddadyst á Skála. Har endaði tað við, at heimaliðið og greipuvinnarin var omaná og vann 2-0, og legði seg harvið framum HB í tætta oddastríðnum.

21-ára gamli profilurin hjá HB, Milja R. Simonsen, sigur at tær nýta hendan dystin í fyrireikingunum, sum í ein mun eru merktar av, at tað er steypafinala leygardagin:

- Talan var um fyrsta dystin eftir ein sera langan summarsteðg, har vit ikki hava leikt nakran ordiligan dyst. Vit lógu eisini á fyrsta plássinum og tað kann leggja eitt ávíst trýst á leikararnar. Vit fyrireika okkum nú til finaluna við at hyggja at onkrum videobrotum frá dystinum sunnudagin og rætta uppá onkrar feilir, samstundis sum vit hyggja eftir hvat riggaði. Annars venja vit sum vant, tó kann ein merkja at tað er ein annar stemningur til venjing, tí allar eru so spentar.

Kviki áleyparin hevur verið flúgvandi í ár. Í Betri-deildini hevur Milja skorað 16 mál, og hon skoraði hattrick í báðum hálvfinalunum móti KÍ, ið HB vann 9-6 tilsamans. Hon metir ikki, at tapið í týðandi oddadystinum hevur nakran týdning sum so fyri finaluna, ið er ein heilt øðrvísi uppgáva:

- Tað er sjálvandi keðiligt, at vit taptu dystin á Skála, men eg haldi at ein steypafinala er nakað annað enn ein dystur mitt í landskappingini. Har koma nógvir áskoðarar og stemningurin er ein heilt annar. Tú fert inn og spælir fyri at vinna júst hendan dystin, tí her er tað alt ella einki.

HB hevur seinasti tvey árini tapt steypafinaluna 3-2. Í 2016 var KÍ omaná, og í fjør vann EBS/Skála. Sambært Milju Simonsen hungra tær í HB eftir at lyfta steypið hesuferð:

- Vit vænta ein javnan og spennandi dyst, har vit fara at gera okkara allar besta fyri at vinna dystin og fyri endiliga at vinna gullið. Vit hava leikt eina tætta finalu ímóti EBS/Skála, og summir leikarar hava eisini leikt fleiri aðrar javnar finalur, so eg haldi at vit eru sera svangar eftir at vinna gullið hesaferð.

Finalan millum HB og EBS/Skála verður klokkan 16.15 leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder