Annað

Miriam í Grótinum var dagsins leikari á besta liðnum í KBK

Føroyski badmintonspælarin ger av álvara um seg í danska høvuðsstaðnum. Hon, Jónas Djurhuus og Rúni Øster spæla fyri KBK.

2025-10-09 10:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miriam í Grótinum hevur vunnið FM í einmansleiki hjá kvinnum fýra á rað, og hevði spælarin við uppruna í Havnar Badmintonfelag eisini eina gyltar oyggjaleikir í juli.

Til dagligt er hon undir lesnaði í Danmark og spælir fyri Københavns Badmintonklub (KBK). Felagið er heimahoyrandi á Eysturbrúgv í danska høvuðsstaðnum.

Tað ger landsliðsspælararnir Jónas Djurhuus og Rúni Øster, sum eru í líknandi støðu, eisini.

Miriam í Grótinum hevur í liðkappingum umboðað næstbesta liðið hjá KBK og kappast í tvímansleiki har.

[object Object]
Miriam í Grótinum í dysti í Danmark (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

Føroyski badmintonspælarin hevur staðið seg so mikið væl, at hon nú er sloppin at royna seg á besta liðnum, og har spældi hon sín fyrsta dyst síðsta vikuskifti.

Hetta gekk eisini væl. KBK vann liðdystin, har Miriam vann sínar dystir í bæði tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Og eftir dystin varð føroyingurin kosin besti spælari hjá liðnum úr Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder