Hondbóltur

Misjøvn byrjan hjá norðurlendsku londunum

Svøríki vann greitt á Norðurmakedónia, meðan Noreg og Ísland gjørdust ov stutt ímóti ávíkavist Fraklandi og Portugal. Metið fyri flest mál í einum HM-dysti varð javnað í gjár.

Sander Sagosen og Noreg taptu við fýra málum móti Fraklandi (Mynd: EPA)

Sander Sagosen og Noreg taptu við fýra málum móti Fraklandi (Mynd: EPA)

2021-01-15 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjey dystir vórðu leiktir í HM-endaspælinum í Egyptalandi í gjár.

Lagt varð út við einari spennandi grannauppgerð, har leikarar hjá Russlandi og Hvítarusslandi so at siga skiftust um at smekka bóltin í málið. Tað var javnleikur í steðginum og eisini við seinasta bríksl.

Stutt eftir hetta byrjaðu tríggir dystir. Tveir norðurafrikanskir grannar hittust í einari av nýggju hallunum. Marokko hevði, tað sum tyktist, eina trygga leiðslu men Algeria gjørdi bart í 2. hálvleiki og fekk bæði stigini.

Enn ein grannauppgerð var í býnum nevndur 6th of October. Eysturríki hevur spælt seg til HM, men tað hevur Sveis ikki. Liðið kom til Eygptalands í gjár sum avloysari hjá koronarakta USA  og vann, við roynda Andy Schmid á odda, við trimum málum. 

Í Borg El Arab javnaðu Slovenia og Suðurkorea metið fyri flest mál í einum HM-dysti. Slovenia fekk heili 51 teirra - bert tvey hava skorað fleiri í søguni - og tá var tað uttan at vera heilt í hægsta gervi. Suðurkorea er komið til endaspælið við so at siga einum ungdómslandsliði. Orsøkin er, at hondbóltssambandið vil verða víst í, at allir teir bestu leikararnir eru frískir og til reiðar til OL-undankappingardystirnar í mars. Í 2009 skoraðu Russland og Rumenia i 2009 eisini 80 mál í einum dysti, sum Rumenia vann 42-38.

Ísland og Norra taptu í fyrstu royndini
Norðurmakedónia varð boðsent týsdagin fyri at avloysa Kekkia. Kiril Lazarov fekk fimm mál, men liðið gjørdi einki við Svøríki, ið vann við 12 málum. Hampus Wenne úr Flensburg-Handewitt gjørdist toppskjútti hjá svium við ellivu málum.

Sander Sagosen skoraði tíggju mál í gjárkvøldið, men Noreg fekk ikki koppað fraklendingunum, ið vóru á odda strøsta partin av dystin, og tað var serliga Kentin Mahé, ið gjørdi um seg. Noreg hekk í allan fyrra hálvleik, megnaði at koma til hálvleiks við støðuni 13-13, men kom ongantíð á odda og fyrstu átta minuttirnar í 2. hálvleiki fóru afturum, uttan at Noreg skoraði.

Spælskiparin Christian O'Sullivan, ið eisini er umráðandi í verjupartinum, spældi ikki orsakað av búkilsku, og tí lá meira á Sagosen og serliga Gøran Johannessen, ið júst er komin aftur eftir skaða. Norðmenninir fingu ongantíð fatur á Fraklandi aftur, og talan varð um vónbrot hjá liðnum sum verður mett millum fremstu favorittarnar í kappingini - av serfrøðingum og av sær sjálvum.

Ísland er ikki millum favorittarnir, og nú Aron Pálmarsson ikki er við, so sær tað tyngri út hjá liðnum hjá Guðmundi Guðmundssyni. Í gjár var talan um tættan dyst móti Portugal, har liðið av iberisku hálvoynni dró longra stráðið.

Í dag skal millum annað Danmark í eldin.

Hósdagin 14.01
Bólkur E: 
Eysturríki - Sveis 25-28 (13-13)
Noreg - Frakland 24-28 (13-13)

Bólkur F
Algeria - Marokko 24-23 (8-15)
Ísland - Portugal 25-23 (11-10)

Bólkur G
Mikudagin 13.01
Egyptaland - Kili 35-29 (18-11)


Hósdagin 14.01
Svøríki - Norðurmakedónia 32-20 (16-11)

Bólkur H
Hvítarussland - Russland 32-32 (15-15)
Slovenia - Suðurkorea 51-29 (25-16)


Skráin í dag - Fríggjadagin 15.01


Bólkur A
17.00: Týskland - Uruguay

19.30: Ungarn - Grønhøvdaoyggjarnar (Kap Verde)

Bólkur B
Fríggjadagin 15.01
17.00: Tunesia - Pólland
19.30: Spania - Brasil

Bólkur C
Fríggjadagin 15.01
14.30: Katar - Angola
17.00: Kroatia - Japan


Bólkur D
Fríggjadagin 15.01
17.00: Argentina - Kongo
19.30: Danmark - Bahrain

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder