Hondbóltur

HM: USA eisini úti áðrenn fyrsta dystin

18 koronatilburðir vóru í amerikanska hópinum. Sveis avloysir USA, ið annars skuldi til sítt fyrsta HM-endaspæl.

Sviin Robert Hedin og hansara lið sleppa ikki til Egyptalands kortini

Sviin Robert Hedin og hansara lið sleppa ikki til Egyptalands kortini

2021-01-13 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar til HM hava verið serligar hjá USA, ið fekk eitt sokallað Wild Card til HM-endaspælið í Egyptalandi, sum byrjar í kvøld, og sum hesaferð telur 32 lond í mun til 24 sum áður. 

Leikarar, ið høvdu hug at luttaka, skuldu senda videobrot inn við sínum evnum, og ein bruttohópur við 30 leikarum, ið als ikki vóru samanspældir varð úttikin - millum annað vóru tveir ungir danir við røtum til USA úttiknir. USA hevði venjngarlegu í Vejen í Suðurjútlandi, men undan ætlaðu fráferðini til Egyptaland gjørdist greitt, at heili 18 leikarar vóru smittaðir við koronu, hóast eingin hevði sjúkueyðkenni.

Tískil var tað meira enn ivasamt, hvør lagnan hjá USA fór at verða. Fyrst var ætlanin at fara til endaspælið við teimum tólv leikarunum í fyrstu syftu, men eftir samskifti við IHF varð avgerð tikin um, at tað besta var, at ongan veg fara. Harvið verður USA kortini ikki at síggja til sítt fyrsta HM, og harvið komu tvey avboð í gjár. Kekkia, ið skuldi spæla í Føroyum fyri einari viku síðani, fekk eisini nógvar koronutilburðir undan ætlaðu fráferðini, og Norðurmakedónia við Kiril Lazarov sum fyrsta "eykalið" avloysir Kekkia í bólki G. Tað er har, at fyrsti dysturin verður í kvøld: Egyptisku vertirnir eru stórfavorittar móti Kili. 

Les eisini: Kekkia hevur meldað avboð til HM 

Sveis avloysir USA til HM-endaspælið og kemur í ein krútsterkan bólk. Har eru nábúgvarnir Eysturríki, umframt Noreg og Frakland. Grønland fær ikki møguleikan, hóast landið er í sama øki sum USA. Sveis var næsta "eykalið" hjá IHF og fær nú møguleikan. Tað vóru nógv, ið vístu á, at Grønland burdi fingið Wild Card- plássið ístaðin fyri USA í fyrstu syftu orsakað av betri úrslitum og størri hondbóltssiðvenju.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder