Mikudagin 6. januar skuldi Kekkia spæla EM-undankappignardyst í Høllini á Hálsi. Ferðalagið kom til Føroya dagin fyri, men dysturin varð av ongum. Orsøkin var nógvir koronatilburðir í kekkiska ferðalagnum, sum vórðu staðfestir við kanning í Vágunum.
Les eisini:
Føroyar - Kekkia: Nýggj dagfesting skal finnast
Fleiri í kekkiska ferðalagnum hava fingið koronu - dysturin verður helst av ongum
Kekkiska ferðalagið fór av landinum, og so var spurningurin fyri kekkar: Hvussu verður við HM-luttøkuni. Saman við tilburðunum hjá venjarunum og einum leikara, ið ikki vóru við í Føroyum orsakað av stafestum tilburðum 2. januar, hevði Kekkia ellivu koronatilburðir í farnu viku, og fleiri eru staðfestir í hesari vikuni. Harvið er tað vorðið greitt fyri Jan Filip, hansara hóp og kekiska hondbóltssambandið, at tað ikki ber til at fara til Egyptaland.
Kekkia hevur í í dag meldað avboð til IHF, og harvið verður dysturin móti Svøríki hósdagin av ongum. Kekkia var eisini í bólki við Kili og vertstjóðini.
Norðurmakedónia er "fyrsta eykaliðið" og hevur sambært altjóða hondbóltssamgonguni fingið innbjóðing til at luttaka.
USA, ið eftir ætlan skal luttaka til sítt fyrsta HM-endaspæl, hevur eisini risatrupulleikar. Skjótt samansetti hópurin er raktur av heili 18 koronatilburðum. Tað eru tó heili 30 leikarar í bruttohópinum, sum er á venjingarlegu í Danmark í løtuni, og sum nú er, so er ætlanin at fara til Egyptalands við teimum.
Brasil hevur eisini fingið sjey staðfestar tilburðir - millum annað hava stjørnuleikarin Thiagus Petrus og venjarin Marcus Tatá smittuna, skrivar tv2.dk.
HM-endaspælið fer í gongd í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald