Fyrrapartin skrivaði Hondbóltssamband Føroya, at EM-undankappingardysturin sum skuldi verða millum Føroyar og Kekkia í kvøld verður útsettur. Orsøkin er, at átta koronutilburðir vórðu staðfestir í kekkiska ferðlagnum við kanning á flogvøllinum í gjár.
Les eisini:
Fleiri í kekkiska ferðalagnum hava fingið koronu - dysturin verður helst av ongum
Staðfesting frá HSF: Eingin landsdystur verður í kvøld
Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at kekkar komu við leiguflogfarið og hava eftir komu til landið verið í einari sokallaðari bløðru og tí hava tey í ferðalagnum ikki verið í sambandi við onnur.
Hondbóltssambandið hevur í sambandi við landsdystir sera strangar reglur, sum skulu haldast, og evropeiska hondbóltssambangongan, EHF, hevur í hesum tíðum krøv um, at landsliðshópar verða kannaðir við jøvnum millumbilum í sambandi við altjóða dystir
- Kekkiski landsliðshópurin er kannaður fleiri ferðir, eisini áðrenn komu til Føroyar í gjár. Mánadagin 4. januar, dagin fyri, at ferðalagið kom til Føroya, vóru øll, sum komu til Føroyar testað negativ. Í gjár, 5. januar, vísti tað seg, at átta teirra vórðu testað positiv. Hetta merkir, at ongin landsdystur verður spældur í kvøld, skrivar hsf.fo
Hugsast kann so: Eiga Føroyar ikki at vinna uttan dyst, tí mótstøðuliðið ikki fær spælt? Portalurin hevur fingið at vita frá umboði hjá Hondbóltssambandinum, at hevði talan verið um ein dyst í einari sokallaði "cup-skipan", til dømis í einum evropeiskum dyst fyri feløg har vinnarin sleppur víðari, so hevði verturin vunnið dystin. Vit hava eitt fordømi frá Champions League í fótbólti, har Slovan Bratislava kom til Føroyar við koronasmittaðum, og KÍ kom víðari uttan dyst.
Tá talan er um eitt bólkaspæl verður dysturin útsettur. Tað er framvegis ikki gretitt, nær Kekkia aftur vitjar í Føroyum - kekkiska ferðalagið fer av landinum aftur tíðliga seinnapartin í dag. Tað er aðru ferð, at dysturin er útsettur. Hann skuldi upprunaliga verða spældur í november. Seinni í dag fáa vit at vita, hvussu verður við dystinum, sum er ásettur leygardagin í Pilzen í Kekkia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald