2023-03-24 18:57
Fyrsta FM finalan í flogbólti er nú leikt á Tvøroyri.
Dysturin var ímillum Mjølnir A og Drátt í gentur 14. Hesi liðini hittust eisini í steypafinaluni fyri trimum vikum síðani og vinnarin í dag var hin sami sum tá. Mjølnir A er føroyameistari í flogbólti fyri gentur 14.
Dysturin endaði 3-0 til Mjølnir, sum við undantak av fyrsta partinum av 1. setti var at odda at kalla øll settini og vann tí uppiborið dystin.
Dagsins leikari fyri Mjølnir varð Margreta í Buð, og dagsins leikari fyri Drátt var Elisabeth Nattestad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald