Annað

Mjølnir og ÍF fyrstu steypavinnararnir hjá teimum yngru

Stóra flogbóltsvikuskifti farið í gongd í Kollafirði. U19-kvinnurnar hjá Mjølni sigraðu móti SÍ, og síðani vann ÍF á Ternini eftir tvey tøtt sett í finaluni hjá mansunglingum. Hildið verður fam leygardagin.

Ungu Mjølnir-kvinnurnar lyftu fyrsta steypið í Kollafirði

Ungu Mjølnir-kvinnurnar lyftu fyrsta steypið í Kollafirði

2026-02-06 22:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra flogbólts- steypafinaluvikuskifti fyri tey yngru fór í gongd í Kollafirði í kvøld. Tvær finalur vóru: Nøkur av elstu ungdómsliðunum vóru í eldinum, og talan gjørdist um góðar finalur.

Í mun til hjá teimum vaksnu, veður her spælt fyrst upp í tvey - í mesta lagi trý sett.

U19 kvinnur: Mjølnir - SÍ 2-1 (25-16 18-25 15-10)

Mjølnir kvinnurnar høvdu eina sera góða byrjan. Álopini hjá Mjølnir vóru hørð og sótu væl. SÍ stríddist og royndi fyri tað mesta at taka ímótið álopunum frá Mjølnir, sum tó vann 1. setti sannførandi: 25-16.

Annað settið byrjaði heilt øðrvísi. Nú var vent í holini, tí SÍ hevði bæði avbjóðandi servur og álop. Hóast SÍ var frammanfyri, misti Mjølnir ikki mótið og stríddi seg upp á 18 stig - men sørvágskvinnur javnaðu í setti.

Triða og avgerðandi settið byrjaði púra javnt. Men, tá á stóð megnaði Mjølnir at hála sigurin í hús 15-10.

Dagsins leikari var Elisabeth Norðoy Vilhelmsen


Kvinnuunglingar: Ternan - ÍF 0-2 (21-25 23-25)

Tað var ein tættur dystir millum Ternuna og ÍF.

Í fyrsta setti spældi Ternan trygt, men ÍF fekk neyðugu stigini.

Í øðrum setti rættaði ÍF um feilirnar frá fyrsta setti. og serliga hevði Hákun Nón góðar mótøkur, blokk og smash.

ÍF sá út til at vinna dystin, tá støðan var 20-24, men tá kempaði Ternan seg aftur inn í dystin. ÍF tók sítt fyrsta time out í dystinum tá støðan var 22-24 og sítt seinna time out tá støðan var 23-24. Seinasta og avgerðandi smashið í dystinum, átti dagsins spælari, Hákun Nón.


[object Object]
Bert neyðugt við tveimum settum, men tey vóru ikki løtt at taka hjá ÍF

[object Object]Ternumenninir 

[object Object]
Dagsins spælari, sum eisini gjørdi avgerandi stigið: Hákun Nón

Leygardagin verða átta steypafinalur spældar í Kollafirði.

Skráin fyri steypafinalurnar  hjá teimum yngru í flogbólti:

Fríggjadagin 6.februar
U 19 kvinnur Mjølnir - 2-1
Mansunglingar Ternan - ÍF 0-2

Leygardagin 7. februar:
09:00 Gentir 14, B1 SÍ - Mjølnir
10:30 Dreingir 17 Ternan - ÍF
12:00 Gentir 12 Dráttur - SÍ
13:15 Dreingir 12 TBa - SÍa
14:30 Gentir 14,B2 TB - Ternan
16:00 Dreingir 14 TB - SÍ
17:30 Gentir 16 SÍ - KÍF
19:00 Kvinnuunglingar Mjølnir - Fleyr

Steypafinalurnar Í Kollafirði eru fyriskipaðar við stroyming av øllum dystum og Taraflex gólvi.

Finalurnar kunnu eisini síggjast á Rás1 hjá Televarpinum.

Kelda og myndir: Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder