Annað

Mjølnir og SÍ hava spælt seg í kvinnufinaluna

Oddaliðið í meistaradeildini vann 3-0 á KÍF - unga SÍ-liðið var omaná í vágauppgerðini, og sørvágskvinnur fáa um tvær vikur møguleikan at verja sítt heitið sum steypavinnari. Nú fer fyrra hálvfinalan hjá monnum í gongd..

Inga Helena Henriksen roynir at slá framvið blokkinum hjá Drátti (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Inga Helena Henriksen roynir at slá framvið blokkinum hjá Drátti (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2020-02-08 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur hálvfinaludagur er í Klaksvík í dag. 

Hálvfinalurnar hjá kvinnum eru leiktar, og nú er greitt, at tað verða Mjølnir og SÍ, sum skulu spæla í steypafinaluni 22. februar í Høllini á Hálsi.

Mjølnir var favorittur ímóti KÍF á heimavølli, og oddaliðið í meistaradeildini livdi upp til tað. KÍF spældi tó tvey góð sett; serliga í 2. setti gjørdist tað sera spennandi við umbóltum. Tær í reyðum vildu ikki leggja seg, men í 3. setti var góðskan á spælinum hjá Mjølni høg, og sigurin varð koyrdur heim. Heimaliðið fekk sett nógv sera góð álop upp, har serliga Sofía Purkhús Splidt á kantinum gjørdi um seg, eftir at leikandi venjarin og hevarin, Alinka Adamenya, setti hana upp. 

[object Object]
Mynd: Flogbóltssaband Føroya

Tann seinna hálvfinalan hjá kvinnunum var ein vágauppgerð. SÍ-liðið hevur nógvar heilt ungar leikarar í hópinum, meðan á liðnum hjá Drátti eru væl fleiri royndir og eisini fleiri fyrrverandi SÍ-leikarar. Hetta var tó ikki dagurin hjá Drátti. SÍ kom væl betri byrjan í øllum settunum, gjørdi færri mistøk og spældi klókari. Dráttur royndi at gera eitt comeback, men hóast tað eydnaðist í 3. setti, eydnaðist tað ikki í longdini. Hjá SÍ var russiska Julia Kushinova sera eyðsýnd, og lokalu profilarnir Inga Helena Henriksen og Janna Falkvard gingu eisini á odda.

Hálvfinalurnar hjá kvinnum:
Mjølnir - KÍF 3-0 ( 25-21, 27-25 og 25-18.)
SÍ - Dráttur 3-1 (26- 24, 25-19, 23-25 og 25-20.

Hálvfinalurnar hjá monnunum eru á skránni í kvøld: 

Menn:
Kl. 17.00 Fleyr - SÍ (er seinkaður - fer í gongd hvørja løtu og kann síggjast her)
Kl. 19.00 Mjølnir - ÍF

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder