Annað

Mjølnir vann á Fleyr í fimmsettara

Næsta leygardag verður toppdystur millum Mjølnir og SÍ í Klaksvík.

2026-01-04 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hotel Djurhuus-deildin:

Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-20, 22-25, 23-25, 25-13, 15-11)

Eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 8-5 í fyrsta setti, hvarv vónin fyri spennandi dysti kortini brátt, tá ið Mjølnir vann tey næstu 11 stigini og fór framum 16-8 eftir góðar servur frá Thirzu Lindu Becerra, fyrrverandi Fleyr-leikaranum, áðrenn settið var vunnið 25-20.

Fleyr fótaði sær kortini aftur, og so kom veruligur spenningur í dystin, sum fór út í fimm sett.

Mjølnir fekk betri byrjanina upp á annað sett og var eitt skifti frammanfyri við fýra, áðrenn Fleyr javnaði til 13-13 og fór framum 19-15. Mjølnir svaraði síðan aftur við fimm stigum á rað og legði seg á odda 20-19, áðrenn Fleyr fór framumaftur 24-21. Mjølnir yvirlivdi tann fyrsta settbóltin, men so avgjørdi Hanna Andriasdóttir Olsen settið fyri Fleyr við hørðum smassji.

Fleyr vann eisini triðja sett, eftir at Mjølir annars var komið væl afturíaftur móti endanum og hevði lagt seg á odda 23-22. Fleyr helt tó høvdið kalt og vann næstu tríggjar bóltarnar á rað og settið 25-23.

Í fjórða setti fall avgerðin tíðliga, tá Mjølnir við átta stigum á rað fór frá 7-5 upp á 15-5, áðrenn settið var vunnið 25-13.

Í javnbrótaranum legði Fleyr betur fyri og var á odda 3-1, 5-2 og 7-4, áðrenn Mjølnir javnaði til 7-7 og fór framum 8-7 við einari netrullaraservu. Næsta servan hjá Mjølni var long, og so varð 8-8, men hetta var seinastu ferð, at Fleyr ikki var aftanfyri. Tó vóru ikki meira enn eitt og tvey stig á muni fyrr enn uppaftur ein netrullaraserva gjørdi tað til 14-11 til Mjølnir, áðrenn javnbrótarin varð vunnin við diagonalum smassji frá vinstra kanti.

TB – KÍF 1-3 (15-25, 18-25, 25-22, 15-25)

Við løttum 3-1 sigri á TB er KÍF nú javnt í stigum við Fleyr, sum er á triðja plássi, bara tvey sett betur enn KÍF.

Dráttur – SÍ 0-3 (7-25, 11-25, 12-25)

Dysturin hjá SÍ, sum vitjaði grannarnar á Giljanesi, fór ongantíð at verða annað enn ein avgreiðsluspurningur. Tað tók SÍ 54 minuttir at vinna tey trý settini. 

Næsta leygardag verður toppdystur millum Mjølnir og SÍ í Klaksvík.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

11

21

28

2

Mjølnir

9

16

22

3

Fleyr

10

3

16

4

KÍF

10

1

16

5

TB

10

-12

8

6

Dráttur

10

-29

0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder