Fyrr í ár Hondbóltssambandið lýsti Hondbóltssamband Føroya ein nýggjan leiklut leysan.
Talan var um "málverjumennari", sum er eitt parttíðarstarv. Hetta er nú sett. Hondbóltssamband Føroya boðaði í gjár frá, at Mladen Mjerimacka er settur í parttíðarstarv sum málverjamennari.
Mladen Mjerimacka kom til Føroya í 2013 at spæla við Kyndli. Stinni málverjin hevur harvið spælt og búð í Føroyum í yvir tíggju ár, og hevur nú 35-ára gamli serbin ofta verið kosin besti málverji í Burn-deildini.
Mladen í eyðkendum stíli (Mynd: Andrei Antal)
Mladen og Filip Jojic eftir steypasigurin í februar (Mynd: Sverri Eghilm)
Mladen Mjerkimacka hevur seinastu sjey kappingarárini spælt við VÍF. Eisini hevur hann verið eisini verið málverjuvenjari hjá ungdómslandsliðum. Í løtuni er Mladen knýttur at kvinnulandsliðnum, sum skal til EM-endaspælið seinni í ár.
Nýggja starvið er liður í at lyfta týdningarmikla leiklutin hjá føroysku málverjunum, slær HSF fast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald