Tað eru Danmark og Frakland, ið eru í favorittleikluti í kvøld, tá EM-hálvfinalurnar í manshondbólti eru á skránni í Budapest.
Hesi londini spældu OL-finalu í august. Tá vunnu fraklendingar við tveimum málum á Danmark. Hesi bæði liðini vóru størstu favorittarnir, áðrenn farið varð inn í hetta endaspælið. Danmark var tann heilt stóri, millum annað av tí orsøk at hópurin - í mun til flestu aðrar- so at siga als ikki var raktur av skaðum og sóttarhaldi.
Allir leikarar eru tøkir hjá Danmark í kvøld, men hjá mótstøðuliðnum Spania eru ávísir trupulleikar. Raúl Enterríos gavst eftir HM síðsta ár, størsta stjørnan Alex Dujshebaev er ikki við til endaspælið orsakað av skaða, og Ferran Sole fekk í morgun staðfest koronu. Harvið mangla tríggir av leikarunum, ið hava verið ógvuliga týðandi í seinastu EM-endaspølunum.
Mikkel Hansen verður aftur í danska hópinum í kvøld. Danmark og Svøríki hittust í HM-finaluni fyri einum ári síðani (Mynd: EPA)
Ættarliðsskifti hevur gjørt, at liðið sær heldur øðrvísi út, og aðrir mugu taka ábyrgd, nú Danmark bíðar í Budapest. Danir hava havt yvirktakið á spaniólum í inannhýsis dystum seinastu árini - millum annað í HM-hálvfinaluni í fjør - men talan hevur sum oftast verið um heilt tættar dystir, og Spania er tvífaldur evropameistari. Danmark spardi mikukvøldið Mikkel Hansen, Mathias Gidsel og Magnus Saugstrup í síðsta dystinum í høvuðsumfarinum.
Sviar vunnu seg á ótrúligan hátt víðari í avgerandi dystinum móti Noreg í týskvøldið. Nú skal liðið hjá Glenn Solberg royna at koppa fraklendingum, sum vunnu á Danmark mikudagin. Svøríki var í HM-finaluni í fjør, og tað hevði verið enn eitt flott fet at tikið. Tó verður tað helst ein vansi, at Hampus Wanne, Niklas Ekberg og Felix Claar ikki eru við, orsakað av koronu.
EM-hálvfinalur
Budapest, fríggjadagin 28.01
17.00: Danmark - Spania
19.30: Frakland - Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald