Fótbóltur

Møgulig hevndaruppgerð millum Ferencváros og KÍ

Ferencváros hevur í kvøld tapt samanlagt 3-1 á FC Midtjylland í Champions League. Vinnur KÍ samanlagt á Banja Luka hóskvøldið, so bíðar ungarska meistaraliðið eftir KÍ.

Patrick Da Silva og Claes Kronberg, her í dysti móti Ferencváros við Djúpumýru í fjør. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Patrick Da Silva og Claes Kronberg, her í dysti móti Ferencváros við Djúpumýru í fjør. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-13 21:00 Author image
Áron Vest
placeholder

FC Midtjylland er víðari til Champions League playoff dyst móti Slovan Bratislava, eftir 1-1 í kvøld og harvið samlaðan sigur á Ferencváros. Móti Slovan Bratislava tapti KÍ 2-1 í báðum Conference League-bólkaspælsdystunum í fjør.

Tó, so spældi KÍ málleysan javnleik í fyrra dystinum móti Ferencváros í fjør. Tann dysturin var á heimavølli. Returdysturin á útivølli vann KÍ við knúsandi 3-0 sigri og var liðið úr fiskivinnuhøvuðstaðnum tá víðari til annað umfar í Champions League.

KÍ vann í síðstu viku fyrra dystin móti Borac Banja Luka úr Bosnia Hersigovina 2-1. Sostatt hevur KÍ eina eitt-máls leiðslu áðrenn returdystin, sum verður spældur klokkan 20:00 føroyska tíð, á Gradski Stadion í Banja Luka.

Tískil hevur KÍ góðan møguleika at koma víðari til playoff dyst í Europa League, móti gamla kenninginum, Ferencváros. 

Skuldi tað hent, at tað gongur heilt galið og KÍ tapur samanlagt á Borac Banja Luka, so skal KÍ møta vinnaranum av dystinum millum HJK Helsinki úr Finnlandi, og FK Decic úr Montenegro. Her er finska toppliðið stórfavorittur at vinna dystinum.

KÍ Varpið vísir dystin hóskvøldið 15. august klokkan 20, og kostar dysturin 150 krónur.

[object Object]

Europa League 3. umfar, seinni dysturin
Gradski Stadion, hósdagin 15.08
20:00 Borac Banja Luka - KÍ (1-2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder