Fótbóltur

Møguliga mótstøðan hjá B36 funnin

Lutakast hevur verið um næsta umfar í Europa League.

B36 fegnast um sigursmálið móti OFK Titograd Podgorcia (Mynd: Bóltfelagið B36/facebook)

B36 fegnast um sigursmálið móti OFK Titograd Podgorcia (Mynd: Bóltfelagið B36/facebook)

2018-07-23 13:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spennandi dystur verður nú hóskvøldið, tá B36 tekur ímóti eitt av heimsins bestu liðum á Tórsvølli. Besiktas úr Turkalandi hevur fleiri ferðir luttikið í Champions League og Europa League, og nú koma stjørnurnar til Føroyar.

Í dag var lutakast í Europa League kappingini, har mótstøðuliðið hjá B36 skuldi finnast, um nú havnarfelagið megnar at vinna seg víðari í kappingini. Lutakastið háttaði seg so, at vinnur B36 á Besiktas, skal felagið spæla ímóti vinnaraunum av dystinum millum LASK Linz úr Eysturríki ella Lillestrøm úr Noregi.

Men fyrst má B36 vinna seg víðari móti navnframum monnum sum Domagoj Vida, Alvaro Negredo, Ricardo Quaresma, Matej Mitrovic, Gary Medel og Ryan Babel.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder