Annað

Mohamed Salah hevur longt sáttmálan við Liverpool

Gerst ein av best løntu leikarunum í felagnum.

2018-07-02 14:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgun komu boð úr Liverpool, at Mohamed Salah hevur longt sáttmálan við felagið. Við nýggja sáttmálanum hevur Mo Salah bundið seg til felagið komandi fimm árini.

Salah gerst nú, saman við Virgil van Dijk og Roberto Firmino, best lønti leikarin í felagnum. Nýggi sáttmálin tryggjar honum 200.000 pund um vikuna, umframt bonus alt eftir hvussu hann klárar seg á vøllinum. Nýggja lønin er meiri enn tvífalt so nógv sum hann fekk áðrenn.

Mohamed Salah setti met seinasta kappingarár fyri flest mál í einum kappingarárið í Premier League, síðani farið var at spæla 38 dystir. Hann skoraði 32 mál og tók harvið metið hjá Luis Suarez, Cristiano Ronaldo og Alan Shearer, sum allir skoraðu 31 mál. Salah skoraði eisini 10 mál í 13 Champions League dystum.

placeholder
placeholder