Jensa Tórolvsdóttir og Mona Rasmusdóttir gevast í danska felagnum FC Thy - Thisted Q, og koma heim aftur í Sarpugerð at spæla.
Jensa Tórolvsdóttir hevur spælt í Danmark í eitt ár, og Mona Rasmusdóttir í eitt hálvt ár.
Jensa Tórolvsdóttir her í dysti móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Men nú báðar venda heim aftur til føroyskan fótbólt, verður tað til barndómsfelagið, Víking.
Hóast bara 22 ára gamlar, hava tær verið partur av A-landsliðnum í fleiri ár, og talan er um ein veruligan styrk til kvinnuliðið hjá Víkingi, sum í fjør hevði eitt misjavnt kappingarár.
Mona Rasmusdóttir her í dysti móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald