Fótbóltur

Mona Rasmusdóttir til danskan fótbólt

Hon fer at spæla í bestu kvinnudeildini á sama liði sum fyrrverandi liðfelagin Jens Tórolvsdóttir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-26 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FC Thy - Thisted Q fær tilgongd av enn einum leikara úr Víkingi. Felagið í Eysturkommunu kunngerð í dag, at Mona Rasmudóttir skiftir til FC Thy - Thisted Q, sum spælir í bestu kvinnudeildini.

Um skiftið sigur Mona, at hon hevði brúk fyri at royna okkurt nýtt og øðrvísi í tí annars vanliga gerandisdegnum, og tá møguleikin um at skifta til Thisted kom, valdi hon at taka av møguleikanum.

- Umstøðurnar og liðandin í Thisted er sera góður, og eg haldi at hetta er tað rætta staði fyri meg, at menna meg bæði sum fótbóltsspælara, men eisini persónliga. Eg eri sera spent uppá hesa nýggju avbjóðingina og málið er sjálvandi at fáa so nógvir minuttir sum møguligt á besta liðnum hjá teimum, sigur Mona Rasmudóttir við heimasíðuna hjá Víkingi.

Hetta má sigast at vera enn ein missur hjá Víkingi, nú enn ein landsliðsleikari fer av landinum at spæla.

Víkingur sigur tó, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um Mona Rasmudóttir skuldi vent nøsina heimaftur einaferð í framtíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder