Hondbóltur

Mongu mistøkini fyrstu 35 minuttirnar kostaðu dýrt

Føroyar stríddu seg frá minus 10 til minus 1 uppá umleið tjúgu minuttir í 2. hálvleiki, men Sveis, ið var greitt á odda meginpartin av dystinum, avgjørdi móti endanum.

Føroyska spælið hekk als ikki saman í 1. hálvleiki og nakað inn í 2. hálvleiki, og sveisiska  verjan hevði góðar dagar - so broyttist dysturin (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska spælið hekk als ikki saman í 1. hálvleiki og nakað inn í 2. hálvleiki, og sveisiska verjan hevði góðar dagar - so broyttist dysturin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-29 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Føroyska aðalroyndin í EM-endaspælinum gjørdist sanniliga ein posi av blandaðum bommum. Tað var ógvuliga beiskt eftir eina "rímiliga byrjan", tað var á veg at gerast heilt søtt seint í 2. hálvleiki, men tað endaði við einum súrum tapi móti Sveis.

- Vit taptu móti okkum sjálvum.  

Hetta staðfesti liðskiparin Pernille Brandenborg fyri Portalinum eftir dystin, og soleiðis varð tað í roynd og veru. Sveis hevur ikki eitt stig og spældi ikki nóg sannførandi í álopsspælinum til, at man kundi siga, at tær bara eru eitt so nógv betri hondbóltslið, at Føroyar "eiga" at tapa greitt móti teimum. 

Føroysku kvinnurnar tyktust nervaðar av umstøðum, og nakrar ferðir misti man bara bóltin. Yvirtrakk og annað vóru eisini har. Spælið var als ikki nóg gott; man gav so at siga nøkur mál burtur við tekniskum villum og eftir 7 móti 6, og Føroyar funnu seg als ikki til rættis á stóra pallinum fyri steðgin.

Sveisiska verjan hevði tamarhald á støðuni í verjuni, og tá støðan varð 19-9 eftir 36 minuttir, sá tað út til at gerast eitt føroyskt stórtap. Tá sá avgjørt ikki pent út við føroyskum og "hondbóltsesetiskum" brillum

Hondbóltur er tó eitt løgið spæl: 5-1 verja við Janu Mittún fremst órógvaði nógv seinastu tjúgu minuttirnar, alllar stríddust væl, og í málinum stóð Rakul Wardum framúr væl. Annika Petersen hevði spælt væl, men Rakul slo sítt navn fast á stóra pallinum við fleiri stórbjargingum.

Í álopinum var Jana sum ein heilt annars spælari enn fyrsta korterið av dystinum, tá føroyski lyklaspælarin slett ikki fann stevið. Nú gjørdi hon eftir vild við málum og uppleggum í summum førum. Føroyingarnir bjóðaðu nógv meira av og komu nakað nærri á máltalvuni. 

Seinastu løtuna kom stórur fjáltur á Sveis, og tá klokkan vísti 57.58, minkaði Føroyar niður í eitt mál.

Nú sansaðu føroyingarnir heilt stóru afturvendanina. Seinastu tveir minuttirnar vann Sveis tó við stórum, og so stóðu føroysku kvinnurnar eftir við ongum og blandaðari kenslu. Tær høvdu nærum vent byrjanardystinum á nærum ótrúligan hátt, men samanlagt var spælið ikki nóg gott til fáa nakað EM-stig.

Næsta uppgáva er Kroatia sunnudagin. Til tá skulu nógv mistøk lúkast burtur.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11
Sveis  - Føroyar 28-25 (13-7)

Dystargongdin: 
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 min: 28-25

Føroyskir málskjúttaar:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 7 (2)
Lukka Arge (2)
Turið Arge Samuelsen 2 mál
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Bjarta Johansen 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Súna Krossteig Hansen 1

Bjargingar: 
Annika Fríðheim Petersen: 9/23 (39 prosent) 
Rakul Wardum 8/20 (40 prosent)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder