Føroyar fingu eitt stig burturúr 3-2 tapinum fyri San Marino í gjár, men lítið vantaði í, at sigurin var fingin til høldar – og tvey stig ístaðin fyri eitt. Føroyar vóru á odda 7-6 í fimta setti, men so kom kinkur á, og San Marino vann átta stig á rað og javnbrótaran 15-8.
Føroyar komu annars væl í gong og vunnu fyrsta sett 25-22 eftir at hava verið aftanfyri til miðskeiðis í settinum. Annað sett tóktist vera tapt, tá San Marino legði seg á odda 20-14.
Fyrrverandi landsliðsleikarin Rúni Weihe, helt, at tað var heldur Føroyar sum taptu bóltarnar, enn at San Marino vann teir. Men so vendi brádliga, og í tveimum royndum smassjaði Bjarni Joensen Føroyar upp á javnt, 22-22. San Marino vann sær tó tveir settbóltar, og tann seinna vunnu teir, tá føroyska servan brast í netið.
Rúni Weihe og Jan Hentze, fyrrverandi landsliðsleikari og altjóða dómari, hildu, at ov lítið trýst hevði verið frá føroysku servunum, og at blokkurin hevði ikki eydnast. “Vóru tveir blokkar [til Føroya], so koppaði settið hinvegin”, segði Rúni.
Í fjórða setti skiftust liðini um at vera á odda, men við 16-16 fóru Føroyar framum við trimum, og tað gjørdist avgerandi fyri settið, sum Føroyar vunnu 25-21.
Í fjórða setti mistu Føroyar kósina, og San Marino fór frá 9-8 upp á 20-10, og so snúði restin av settinum, sum San Marino vann 25-18, seg um at gerast til reiðar til javnbrótaran.
Og tað vóru Føroyar eisini, sum áður nevnt, til støðuna 7-6, tá alt steðgaði upp, og San Marino vann 15-8 og dystin 3-2.
Viðmerkjararnir í Televarpinum, Rúni og Jan, harmaðust um tapið, men sóu kortini fleiri ljóspunkt, og hildu, at her er nógv gott at byggja víðari á. Fleiri av leikarunum eru blaðungir og høvdu ongan landsdyst spælt áður, men fingu nógva spælitíð.
Ætlanin hjá Flogbóltssambandinum er nettupp at brynja ungu leikararnar til framtíðina, nú Føroyar fara at bjóða teimum størru tjóðunum á hægsta stigi av í undankapping til Evropameistaraskapin.
“Hesir ungu leikararnir hjá okkum stóðu royndina allíkavæl. Tað er altíð trupult at spæla sín fyrsta landsdyst”, segði Jan Hentze.
Rúni Weihe segði: “Her vóru nógvar góðar prestatiónir, og nógvar góðar løtur. Og vit vunnu tvey sett, og teir [ungu] spældu nógv”. “Og hetta er einki at fella í fátt av”, segði hann at enda.
Møta oddaliðnum Skotlandi í dag
Í dag kl. 17 spæla Føroyar ímóti Skotlandi, sum hevur lagt seg á odda í kappingini eftir 3-1 sigurin á Íslandi í gjár.
Skotland er verandi evropeiskur smálandameistari – ta heitið vunnu teir í Føroyum í 2019, tá kappingin eisini var her. Ta ferðina vann Skotland 3-1 á Føroyum.
Føroyar og Skotland hava ofta spælt ímóti hvørjum øðrum í evropeisku smálandakappingini, og seinnu árini hevur Skotland sum oftast vunnið.
Í juni í 2012 vann Skotland 3-0 (25-22, 25-19, 25-17, og aftur í 2012 (25-20 25-17, 25-20). Soleiðis var eisini í 2010: Føroyar Skotland 0-3 (19-25, 18-25, 29-31).
Men stutt fyri jól í 2003 eydnaðist tað Føroyum at vinna 3-0 á Skotlandi í innleiðandi bólkinum til finaluumfarið fyri evropeiskar smátjóðir, sum varð spælt í juni árið eftir.
Tá møttu Føroyar aftur Skotlandi, og aftur hesaferð vunnu Føroyar, men við tógvið slit 3-2 (20-25, 22-25, 25-17, 25-21, 15-11).
Eina viku fyri jól sama ár spældu Skotland og Føroyar tríggjar venjingardystir í Skotlandi. Vertirnir vunnu teir allar:
17/12: Skotland – Føroyar 3-0 (25-20, 25-16 og 25-22)
18/12: Skotland - Føroyar 3-0 (25-23, 25-17, 25-21)
19/12: Skotland - Føroyar 3-2 (23-25, 25-21, 24-26, 25-23, 15-7)
Hatta var tað søguliga, men í dag kl. 17 verður so enn ein kapittul skrivaður av søguni millum Føroyar og Skotland. Men áðrenn tann dystin spæla Ísland og San Marino. Tann dysturin byrjar kl. 14.
Allir dystirnir í kappingini síggjast í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald