Í fjør vunnu Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð á Ukraina. Talan var um tryggjan 33-26 í fullsettari høll á Hálsi. Sigurin so gott sum tryggjði føroysku monnunum plássi í EM-endaspælinum.
Nú spælt verður um EM-pláss aftur hittast liðini aftur. Dysturin í øðrum umfari sunnudagin verður tann sætti millum londini síðani januar 2018.
Ukraina hevur vunnið allar uttan ein, men tveir av teimum (í Keypmannahavn 2019 og á Hálsi 2021) taptu Føroyar bert við einum máli.
Nú eru Føroyar styrkismettar hægri enn Ukraina. Hetta tí at føroysku menninir endaðu omanfyri ukrainar í seinastu undankapping.
Vegna krígsstøðuna hevur ivamál verið um, hvussu sterkir ukrainar eru hesaferð, men í gjár taptu teir bert við einum máli á útivølli móti niðurlendsku stórfavorittunum.
Ukraina var á odda 20-19 í málríka og hendingaríka dystinum, men hollendarar vóru omaná seinastu løtuna. Hægst styrkismetta liðið í bólkininum vann 40-39.
Harvið eru Føroyar, ikki so óvæntað, á odda í bólkinum eftir tað fyrsta av seks umførum. Í øðrum, sunnudagin 10. november klokkan 13, spæla Føroyar og Ukraina á utranveltaðum vølli í Vilnius, Litava. Lagt er upp til tættan dyst.
Portalurin við á ferðini.
Les eisini: Ferðadagur hjá føroysku hondbóltsmonnunum
Les eisini: Størsti undankappingarsigur nakrantíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald