Hondbóltur

Mótstøðuliðið lent: H71 spælir evropeiskan dyst í kvøld

Flogførini lenda nú aftur í Vágum og tað merkir, at hollendska mótstøðuliðið hjá H71 er lent. Spælt verður kl. 20 í kvøld.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-27 11:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hópurin hjá Fortes Venlo lendi við flogfarinum hjá SAS, sum setti seg í Vágum klokkan 10:58. Sostatt kann European Cup-dystur millum H71 og hollendska felagið spælast.

Upprunaliga var ætlanin at spæla ein dyst í gjárkvøldið og so aftur ein í dag. Nú er greitt, at tað verður bara tann eini dysturin. Hetta er avgerð tikin um, tá tað nú ikki eydnaðist holendska mótstøðuliðnum at koma fram til tíðina vegna vánalig floglíkindi.

Fortes Venlo setti kós móti Føroyum longu hósdagin, men bæði tá og fríggjadagin var flogferðslan nógv tarnað keðiligu sunnanættini í Vágum.

Dysturin millum H71 og Fortes Venlo byrjar klokkan 20 í Hoyvíkshøllini. Fylgjast kann við á livescore-tænastuni hjá Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder