Annað

Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunum

EM-undankapping: Estland – Føroyar 3-0 (25-12, 25-16, 25-15).

2022-08-14 10:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftaná tveir teir fyrstu dystirnar, har Føroyar hava roynt at líkjast mótstøðuliðnum í spælistíli, var øðrvísi og stuttligari at síggja teir í gjár.

Undan dystinum var greitt, at tveir av berandi leikarunum, Steffan Rosenlund var skaddur og Tróndur H. Hansen var sjúkur, so broytingar máttu til á liðnum og aðrir mátta taka yvir.

Móttøkurnar hjá føroyska liðnum vóru munandi betur enn undanfarnar dystir, tí liðið byrjar at venja seg við stóra servitrýstið hjá sterku mótstøðuliðunum.

Føroyska liðið spældi skjótari, og hetta gjørdi, at tað eydnaðist at vinna eina rúgvu av bóltum við at sláa í blokkin hjá Estlandi og út.

Fantastiskt at síggja Mattias Nolsøe Isaksen ganga á odda við góðum móttøkum og enn betur álopsspæli.

Estiska liðið hevði sera trupult at stilla ein góðan blokk, tí Mattias sló bara í hendurnar á teimum og út. Eisini var stuttligt at síggja Niels Niclasen koma inn á diagonalin. Hann vann nærum alt, hann nært við, og væntandi fer hann at fáa fleiri møguleikar í hesi kappingini.

Einans 17 ára gamli, Bjarni Joensen, megnaði eisini at gera seg galdandi í álopsspælinum og vinna 5 bóltar. Bjarni hevur eina bjarta flogbóltsframtíð fyri sær.

Miðskeiðis í dystinum skifti venjarin hjá føroyska liðnum hevara, har liðskiparin Thorvald Danielsen fór út og Áslakur P. Holm kom inn og megnaði hann sera væl, at leggja góðar bóltar til Matttias, Niels og Bjarna.

Føroyar taptu 3-0, og enn er langt á mál áðrenn vit veruliga hótta sterku mótstøðuliðini. Men hetta var væl besti dysturin higartil og dreingirnir kunnu vera stoltir av hesum avrikinum. Við hesi gongdini er ikki langt til at Føroyar tekur eitt sett móti hesum sterku tjóðunum og við meira heppni í lutakastinum til næstu kapping, kunnu fyrstu dystirnir eisini vinnast.

Næsti dysturin verður Sunnudagin 21. august kl. 17.00, har Føroyar taka ímóti Belgia á heimavølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder