Taktiskur fundur, upphiting og síðani taktiskt fyrireiking á bláa hallargólvinum á Hálsi. Har varð dentur serliga lagdur á verjuspæli
Her vera nógv fólk og stuðla í morgin , tá svenska oddaliðið, sum er stórfavorittur, vitjar.
Sí eisini: Vera nakað yvir 1.000 áskoðarar á Hálsi í morgin
Málverjin Annika Fríðheim Petersen hvíldi seg nakað, og tíverri sat Maria Pálsdóttir Nólsoy úti alla venjingina. Hon hevur brotið fingurin og skal undir skurð hósdagin.
Føroyar og Svøríki spæla EM-undankappingardyst í morgin klokkan 19.
Spenningur er í luftuni - sí myndir, sum Sverri Egholm tók fyri løtu sínari, her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald