
Hradec Karlove, Kekkia (Portalurin) Føroysku fyrireikingarnar til fyrstu HM-undankappingardystinum hildu fram í kvøld við seinastu venjingini.
Vant varð á dystarleikvøllinum, Malšovická. Alment stendur tað at vera pláss fyri 9.300 áskoðarum, og sum skilst er tað so gott sum útselt til Kekkia - Føroyar.
Sí eisini: Tað sum ikki ber - ber til viðhvørt
Talan er um eitt stað, har tað er heilt nýtt gras lagt á í pørtum av vøllinum. Spælararnir tyktust at vera vælnøgdir við hetta.
Talan verður um eina stóra og spennandi uppgávu, sum føroysku menninir skulu vera til reiðar til. Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald