Tað var gott lag í føroyska hópinum tá liðið í dag fór undir fyrireikingarnar til venjingardystin móti Kasakstan týskvøldið kl. 17.
Vant var á venjingarvølli hjá NK Rovinj í býnum Rovinj, har landsliðið býr í sambandi við venjingardystin, sum verður leiktur í Pula.
Sí eisini: Hanus Sørensen: - Ikki nakað vánaligt lið vit spæla ímóti
Andrias Edmundsson er ikki longur partur av hópinum. Í samráð við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara, er avrátt, at hann fór aftur til Póllands. Hann hevur ein stóran dyst fríggjakvøldið.
Les eisini: Andrias Edmundsson farin heim
Sí myndir frá venjingini, har tað eisini vóru stundir til nakað av borðfótbóltstennis (teqball).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald