Fólk á vestara armi á Skálafjørðinum vóru ovur fegin fyri ta eina stigið, sum Skála vann sær ímóti HB seinnapartin.
Gestirnir úr Havn vóru hinvegin ónøgdir, og staðfestast kann enn einaferð, at kreppa er í HB. Sigursvandu HB-ararnir hava havt eina keðiliga gongd og dragna av álvara í topp fýra.
HB hevði mesta partin av spælinum á Skála í dag, og legði seg eisini á odda við máli hjá Dan í Soylu tá lítil tími varð leiktur. Alt bendi á ein útisigur, men so fóru skálamenn at trýsta. Eitt trýst sum endaði við at Pætur Dam Jacobsen var síðstur á bóltinum í 77. minutti, og javnaði til 1-1.
Skála megnaði at halda tætt tað, sum var eftir av dystinum. 1-1 og eitt stig í part.
Skála - HB 1-1 (0-0)
59’ Dan í Soylu 0-1
77’ Pætur Dam Jacobsen 1-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald