Hondbóltur

Myndir: Fjeppararnir til reiðar til enn eitt tak

Aftur var tað serliga RSP, sum fekk lív í fjøldina til upphitingingina, har tað var heldur trongt.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-15 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) Stóra veitsluhølið í Kreuzberg, sum føroysku fjeppararnir fyltu og gjørdu til sítt egna hósdagin og leygardagin, var ikki tøkt í dag.

Ístaðin var føroyska upphitingin í Haubentaucher, sum ikki var eins egna til høvið.

Tað var sum sild í tunu - serliga tá vælumtókti bólkurin RSP koyrdi á. "Ball í Berlin" ljóðaði, og tað kókaði.

Tað fer tað allarhelst eisini at gera í Mecedes Benz um ein tíma og so eina góða løtu fram. Mongu føroysku fjeppararnir hava í hondbóltsevropa fingið orð á seg at vera heilt fantastiskir, og nú er síðsti dysturin í bólkaspælinum á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder