Fýra umfør eru eftir at spæla í Betri deildini hjá monnum, men KÍ hevur verið so mikið suverent í ár, at longu nú, aftaná 23. umfar er leyst og liðugt.
Eingin klárar at taka KÍ við 65 stigum aftur.
Vit vóru við til FM-veitslu við Djúpumýru í kvøld, tá HB hevði vunnið á Víkingi, og tað harvið gjørdist greitt, at KÍ hevði vunnið FM annað árið á rað.
Hópurin hevur verið saman í dag og kom til Djúpumýru við lastbili um hálvgun ellivu tíðina í kvøld. Gott lag var, og konfetti var eisini funnið fram.
Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald