Hondbóltur

Myndir: Føroyar skulu taka seinasta fetið í fínum umstøðum

Tey vænta upp móti túsund áskoðarum í høllini, sum í stóran mun verður í nýtt til kurvabólt. Klokkan 14 í morgin verður tað hondbóltur, og HM-pláss sum tað snýr seg um.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-12 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jonava, Litava (Portalurin): Føroyski hópurin ferðaðist í yvir ein hálvan tíma frá Kaunas til hesa venjingina dagin fyri dystardagin.

Liðið hugsavnaði seg serliga um kontraspælið fyrsta partin av venjingini. Hetta verður ein umráðandi partur av dystinum í morgin, har Føroyar - eins og við Tjarnir - eiga at vinna sær fyrimun.

Í mun til taktiska, var tað mest verjuparturin. Súna Krossteig Hansen er nú tøk og fer at hava nakrar verjuminuttir. Í byrjanini av dystinum við Tjarnir sat verjuspælið ikki heilt sum ætlað.

Føroyar vunnu tó við tíggju málum mikudagin, og tískil er stórur fyrimunur, í mun til at tryggja sær HM-plássið.

Umboð frá litaviska hondbóltssambandinum vænta "nakrar hundrað áskoðarar" - upp móti túsund í morgin. Tað eru pláss fyri upp móti 2.000 áskoðarum í "Jonava Sports Arena", sum er heimavøllur hjá einum av liðunum í fremstu kurvabóltsdeildini í Litava.

Kurvabóltur er størsta ítróttargreinin her. Í morgin vera upp móti hundrað føroingum her og hyggja eftir hondbólti.

Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen; - Eg kann ikki lata vera við at rópa og vera spent

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, til venjingina nú tíðliga seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder