
Hon er ikki við sum spælari hesaferð, men Annika Fríðheim Petersen er ávegis til Litava fyri at stuðla føroyska landsliðnum.
25-ára gamla hoyvíkskvinnan er við barn og var harvið millum áskoðarnar og ikki á vøllinum við Tjarnir mikukvøldið.
- Tað var ógvuliga strævið í byrjanini, men tað gekk væl, og upplivingin var stuttlig.
Annika Fríðheim Petersen saman við systurini Poulu Fríðheim Petersen undan heimadystinum móti Litava. Tær báðar fara eisini við til Litava at stuðla (Mynd: Sverri Egholm)
Annika og systuri Poula Fríðheim Petersen fara at taka sær av løttum í Litava undan dystinum. Málverjin er tó vís í, at hon vil aftur á landsliðið skjótt - hon er sett at eita í september.
- Landsliðið er so at siga tað, sum ger, at man spælir hondbólt. Eg fari at gera alt fyri at vera til reiðar til HM-endaspælið, um vit koma har til.
Liðfelagarnir heilsa uppá til venjing við Tjarnir týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Egholm-systrarnar elska at spæla saman
Sí eisini: Ferðakvøld hjá føroyska liðnum
Portalurin er við á ferðini og hevur ymiskt tilfar upp til, undir og eftir dystin, sum verður spældur sunnudagin 13. apríl klokkan 14 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald