Annað

Myndir: Føroyar vunnu á Onglandi

Við sigrinum eru møguleikarnir fyri at sleppa at spæla um bronsumerkini heilt góðir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-25 23:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U19 NEVZA, menn:
Føroyar - Ongland 3-1 (25-21, 23-25, 25-22, 25-23

--

FBF: Eftir at føroyska U19 flogbóltslandsliðið lættliga hevði vunnið fyrsta settið 25-21, tóktist dysturin bert at vera ein avgreiðsluspurningur fyri Føroyar, men so skuldi ikki verða, tí Ongland mentist og vann annað sett 25-23.

Ongland hótti eisini við at taka triðja sett og var á odda 10-6. Føroyar javnaðu tó til 10-10 og løgdu seg á odda 18-13. Leiðslan hvarv tó sum døgg fyri sól, og Ongland javnaði til 19-19 og 20-20. Føroyar otaðu seg kortini framumafttur og vunnu týdningarmikla settið 25-22.

Tó sá einki serligt út í fjórða setti, tá ið Ongland legði seg á odda 10-6 og 13-10. Føroyskt leikbrá hjálpti ikki stórvegis upp á støðuna í fyrsta umfari, men Føroyar megnaðu tó at javna til 17-17 og fara framum 19-17 og eisini 24-20. Tað vísti seg tó at ganga striltið at fáa síðsta stigið til høldar, men við fjórða dystarbóltinum eydnaðist loksins Tóka í Haraldstovu við dundursmassji at fáa sigurin í hús.

Við sigrinum fríggjakvøldið eru møguleikarnir fyri at sleppa at spæla um bronsumerkini heilt góðir. Leygardagin spæla menninir teir báðar írestandi dystirnar í bólkaspælinum: kl. 13 ímóti Íslandi og kl. 19 ímóti Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder