2021-11-12 23:30
Høvdu vit havt líka villar áskoðarar, sum teir føroysku, var tað ein danskur tíðindamaður sum segði í miðlarúminum eftir dystin.
Og vit kunnu bara geva honum rætt. Skansin og allir teir 2200 føroysku áskoðararnir, sum møttu upp í Parkini til dystin millum Danmark og Føroyar koyrdu á.
Lagið var gott allan dystin, men tá Klæmint Andrasson Olsen javnaði var øl syft upp í loft og øll á gosi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald