Frá klokkan 16 var upphiting í OY - skamt frá Høllini á Hálsi har HM-brakið móti Norðurmakedónia skal standa um eina løtu.
Skjótt fyltist við føroyskum fjepparum - tey flestu í landsliðsblusu. Eyðun og Terji vóru eina góða løtu á pallinum og spældu slagarar, umframt EM-sangin frá januar.
Hetta varð ikki Berlin-huglag, men tað var týðiligt, at fólk vóru spent.
RSP vóru á palli fyri løtu síðani og fingu veruligt lív í. Tá vóru uppaftur fleiri fólk komin.
Nú hava nógv leitað sær yvir til Høllinia á Hálsi, og stutt eftir klokkan 18 var næstn fullsett her. Høllin er ikki egnað til dystir av slíkari stødd og verður eisini skjótt skift.
Hatta verður seinasti heilt stóri landsdysturin á Hálsi, og spurningurin er, huvssu nógv áskoðararnir kunnu hjálpa spælarunum móti HM-plássi. EIni 1.800 fólk vera til staðar - nógv sum ikki fingu atgongumerki hyggja á stórskíggja í OY.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald