Fótbóltur

Myndir: Føroysk kynstur skulu knógva kaldleikanum í Kosovo

Føroysku spælararnir eru til fyrireikaðir uppá eina minni heita móttøku hóskvøldið. Liðið tykist taktiskt og sinnisliga til reiðar til avbjóðingina - og at spæla seg til EM.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-07 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin): Uttanfyri var sól og hiti, og tað er ein ávísur hugni her við miðbýin í Pristina.

Inni í "Palace of Youth and Sports" er tó væl kaldari, og tað sær heldur ikki serliga innbjóðandi út í slitnu høllini. Í mun til í gjár, var dystargólvið nú lagt á, so tað var heldur frægari.

Sí eisini: Stríddust í gomlu saltsiloini í Pristina (Myndir)

Føroysku spælararnir eru til reiðar til, at man ikki fær góða móttøku í morgin.

- Her verður nógvur larmur, áskoðararnir fara at rópa í gronina á okkum, og Kosovo fer at spæla skitið, staðfesti Óli Mittún eftir dagsins venjing í samrøðu við Portalin eftir dagsins venjing.

Tað snýr seg um at halda høvdið kalt í Kosovo, her mótstøðuliðið í morgin higartil hevur vunnið á Ukraina og spælt javnt móti Niðurlondum.

Til venjingina valdi Peter Bredsdorff-Larsen at nýta nógva tíð uppá at venja tað at verja í undirtali og at verja sum heild. Kosovo spælir nógv long álop. Til seinast varð arbeitt við álopspartinum, har millum annað yvirtal (7 móti 6) var á breddanum. 

Bjarni í Selvindi fekk ein snudd í knæðið undir upphitingini. Hetta í fótbóltinum har teir eldru, við einum Teis Horn Rasmussen í hopla, aftur vunnið. Stoyturin var tó ikki álvarsamur.

Onkrir áskoðarar vóru við til venjingina og ein var heppin at sleppa at royna seg við brotskasti móti Paula Jacobsen.

Sí myndir frá seinastu venjingini undan dystinum, sum Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder