2022-04-13 16:39
Beint eftir klokkan 17 stevndi ein bussur inn á økið frammanfyri aðru inngongdina til Wunderino Arena.
Í bussinum vóru upp imóti 30 glaðir føroyskir fjepparar sum eru komin at síggja dystin millum Dávid og Goliath - Føroyar og Týskland, sum verður leiktur í Kiel.
Vit fingu nakrar myndir av teimum, og nøkrum afturat, sum eru komin hendanvegin at stuðla okkara monnum. Føroyska áskoðarartalið í Wumderino Arena í dag man liggja um eini 100.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald