Oyggjaleikir 2019

Myndir: Føroysku badmintonleikararnir taptu hálvfinaluna

Tætta hálvfinalan móti Guernsey endaði við tapi til Føroyar. Spæla um bronsuna klokkan 14.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-07-08 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var stórur spenningur í stásiligu høllini á Europa Point, á spíssinum móti Afrika, har badminton verður leikt á oyggjaleikum. Í liðkappingunum verða spælt best av fimm dystinum.

Føroyar og Guernsay møttust í hálvfinaluni tíðliga fyrrapartin. Fyrstur í dysti var Bartal Poulsen í einmansleiki hjá monnum. Her tapti hann 2-1 í settum. Hann vann annars fyrsta settið, og í øðrum setti var alt, sum bendi á, at hann fór at vinna dystin.

Í øðrum dystinum umboðaði Rannvá D. Carlsson Føroyar í einamsnleiki hjá kvinnum. Hon tapti fyrsta sett men vann bæði næstu settini.

Nú var javnleikur, 1-1, í settum.

Tvímansleikur hjá monnum var næstur á skrá, og tað tóku Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy sær av. Teir vunnu fyrsta sett, men taptu hini bæði greitt.

Tvímansleikurin hjá kvinnum gekk heldur ikki so væl. Rannvá D. Carlsson og Gunnvá Jacobsen megnaðu ikki at vinna avgerandi stigini og taptu 2-0 í settum.

Guernsey vann harvið dystin 3-1, og skal hitta Grønlandi í finaluni.

Føroyar spæla um bronsuna klokkan 14 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder