Hondbóltur

Myndir: Føroysku fjeppararnir í Magdeburg eru spentir

Upphiting í miðbýnum undan bólkafinaluni, sum byrjar klokkan 19.15.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-23 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ikki bara føroysku spælararnir sum í dag hava fyrireika seg til brakið og bólkafinaluna móti Spania. 

Fjeppararnir, har størsti parturin onkursvegna er familja hjá U21 monnunum, eru í løtuni savnaðir á hugnaliga matstaðnum Alex í miðbýnum í Magdeburg.

Talan er um áleið 50 spentar føroyingar, sum seinastu tímarnir hava hita upp. Um eina løtu gongur leiðin yvir í GETEC Arena, har Føroyar og Spania spæla um 1. plássið klokkan 19.15.

Meira tilfar úr Magdeburg seinni - sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder