Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði í dag seinastu venjing undan dystinum ímóti Ísrael í annaðkvøld.
Kuldin í Parkini, har hóast 3-1 tap føroyska liðið vísti góðan hugburð, er skiftur út við stuttar buksur og sól í Ísrael.
Ferðalagið kom til Ísrael í gjár.
Hetta verður seinasti dysturin í HM-undankappingini á hesum sinni.
Dysturin verður leiktur á Nethanya leikvøllinum nærhendis Tel Aviv klokkan 21:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 føroyska tíð.
Sí myndir, sum Hans Erik Danielsen frá FSF tók á Nethanya leikvøllinum í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald