Í morgin skulu føroysku fótbóltskvinnurnar royna at liva upp til favorittleiklutin, tá tær á Tórsvølli taka ímóti Georgia - tí lægst styrkismetta av teimum trimum liðunum í HM-undanbólkinum.
Hetta var nakað, sum Heidi Sevdal og Sara Samson Shaki settu orð á í dagsins Fótbóltsskýlið
Sí eisini: - Bleiv ordiliga kedd tá Heidi hótti við at gevast (video)
Føroyar hava tapt báðar dystirnar móti bólkafavorittunum Grikkalandi: 2-0 á Kreta í mai og 2-3 á Tórsvølli týsdagin.
Spælarar og tey rundanum vænta ein tættan dyst í morgin, har Føroyar fara at hava bóltin nakað meira enn móti Grikkalandi.
Til seinastu venjingina á Tórsvølli í dag var lagið gott - sí myndir frá FSF niðanfyri
FM1 sigur frá dystinum klokkan 17 í morgin, leygardagin. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, og vit hava ymiskt tilfar aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald