Fyri 22. ferð og fimta árið á rað fingu KÍ-kvinnur í dag gull heiðurmserki um hálsin og handað steyp.
Endað var við 2-0 sigri á HB, og tað staðfestir suverena meistaraheitið. KÍ-kvinnur hava vunnið allar 21 dystirnar í landskappingini í ár.
Rannvá Biskopstø Andreasen, sum kom inn í 68. minutti í dag, gevst nú í bestu deildini. Hon hevur leikt 449 dystir í landskappingini og hevur skorað 561 mál. Samanlagt hevur 42 ára gamla Rannvá Biskopstø Andreasen skorað 729 í landskappingini, steypakapping, Champions League og á landsliðnum.
Stigatalvan Betri deildin kvinnur
1. KÍ (63 stig)
2. NSÍ (45 stig)
3. HB (42 stig)
4. B36 (40 stig)
5. Víkingur (24 stig)
6. 07 Vestur (13 stig)
7. EBS/Skála (10 stig)
8. TB/FCS/Royn (4 stig)
Myndirnar tók Olaf Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald