2022-10-22 16:08
KÍ kvinnurnar tryggjaðu sær FM fyri lítlum mánað síðani, men í dag var seinasta umfar, og liðskiparin Sanna Svarvadal og hinar á KÍ-liðnum fingu gullið um hálsin.
Seinasti dysturin í ár var móti NSÍ og vann 3-1.
Fleiri av trúføstu áskoðarunum vóru við Løkin seinnapartin, og frøin var ikki at taka feil av.
Hetta fjórða árið á rað at KÍ er meistarar, og hetta er 22. meistaraheitið hjá klaksvíkskvinnum.
Sí myndir úr Runavík:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald