Kappróður

Myndir: Handaðu løgmanni 832 undirskriftir

Tey heita á løgmann um at gera sína ávirkan galdandi, nú Róðrafelagið Knørru frá 1. apríl verður útblakað úr Evensens pakkhúsi.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-03-09 23:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólk frá Róðrarfelagnum Knørri vóru seinnapartin í dag í Tinganesi, og handaðu Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, undirskriftir frá 832 fólkum.

Tey heita á løgmann um at gera sína ávirkan galdandi so felagið ikki stendur uttan nakað neyst til bátarnar 1. apríl.

Løgmansskrivstovan sum er eigari av Evensens pakkhúsi, har Róðrarfelagið Knørrur heldur til, og hevur bátarnar standandi, hevur sagt sáttmálan upp.

Pakkhúsið skal brúkast til viðarbular í sambandi við umvælingina av Stokkastovuni í Tinganesi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder