Lógvabrestirnir rungaðu í skúlanum á Skúlatrøð, tá kvinnulandsliðið kom á vitjan í morgun.
Einir 400 næmingar vóru savnaðir, og eisini skúlaorkestrið spældi tveir sangir. Aftaná framførsluna og nakrar spurningar til spælararnar frá forvitnu børnunum, varð autograf-skrivingin sett í gongd.
Bíðirøðin var long, men kvinnurnar góvu sær tíð at heilsa uppá spentu næmingarnar og skriva teimum ein autograf á plakat ella á landsliðsblusu.
Sí eisini: Eru nú av álvara í gongd við EM-fyrireikingarnar
Aftaná hetta varð farið í Sjónám, har teambuilding var á skránni. Farið varð gjøgnum at royna ymisk trygdarátøk. Spælararnir sluppu í gjøgnum neyðsliskuna, í yvirlivilsisdraktir og síðani upp í bjargingarbát.
Seinnapartin, klokkan 14.30, verður venjing í Badmintonhøllini og her er møguleiki hjá áhugaðum at koma at hyggja.
Føroyar spæla venjingardyst í júst Badmintonhøllini fríggjakvøldið 22. november klokkan 19. Talan er um fyrra venjingar dystin móti Svøríki B.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald