Fótbóltur

Myndir: KÍ aftur til reiðar til brak á Tórsvølli

Liðið vandi í høvuðsstaðnum í gjár - í kvøld spælir KÍ sín bólkaspælsdyst nummar tvey á føroyskari jørð, og nógv er uppá spæl.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-26 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir høvdu tíðindafund, taktiskan fund og síðani eina lætta venjing. Lagið í hópinum tyktiskt lætt, og so at siga allir spælararnir í hópinum eru til reiðar til stóru uppgávuna í kvøld.

Tórsvøllur er aftur skrýddur í Conference League "prýði". Tað eru slovensku meistararnir, Olimpia Ljubljana, sum koma á vitjan, og lagt er upp til spenanndi dyst.

KÍ skal helst vinna fyri at framvegis hava góðan møguleika fyri at koma víðari úr bólkinum.

Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 17.45. Sí nakrar myndir frá venjing og øðrum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder